140x140

Royndir við eplum

Á hvørjum ári ger Búnaðarstovan royndir við nýggjum og eldri eplasløgum, fyri at vita hvørji vaksa best her.

Eplini verða sett niður í tvær veltur á hvørjum ári, eina flagveltu á Miðgerði í Kollafirði og eina moldveltu á Sandi.

Grundað á úrslitini gera vit á hvørjum ári tilmæli um, hvørji eplasløg vaksa best. Tilmælið verður kunngjørt á heimasíðuni saman við myndum av teimum einstøku eplasløgunum. 

Hesi tilmæli kunnu nýtast av fólki, sum velta epli, og somuleiðis av teimum, sum selja setepli.

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369