Landbúnaðarstuðul og umsóknarbløð
Búnaðarstovan umsitur landbúnaðarstuðulin, sum árliga verður veittur á Løgtingsfíggjarlógini.
Stuðulin verður veittur við heimild í:
Løgtingslóg nr. 32 frá 6. mars 2003 um landbúnaðarstuðul og
Løgtingslóg nr. 18 frá 4. mai 1961 um studning til frama fyri húsdýraalingina og húsdýrahaldið v.m.,
og sambært ásetingunum í
Kunngerð nr. 76 frá 15. mai 2018 um stuðul til landbúnaðin
Reglugerðir eru fyri stuðulsveitingar:
Reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn
Reglugerð fyri at veita stuðul til grønmetisframleiðslu í Føroyum
Niðanfyri ber til at taka niður og útskriva umsóknarbløð til landbúnaðarstuðlar
- Stuðul til seyðakjøt
- Stuðul til neytakjøt
- Stuðul til stráfóður
- Stuðul til Føroysk húsdjór - verkætlan
- Stuðul til Føroysk húsdjór - alidjór
- Stuðul til grønmetisframleiðslu
- Stuðul til garving av føroyskum seyðaskinnum