140x140

Vegleiðing til eplavelting

Seteplini skulu vera frísk og helst viga um 65 – 75 gram. Roknað verður við 1.200 eplum fyri hvørji 100 kg.
 

Eplini verða løgd at næla umleið 3 vikur, áðrenn tey skulu setast niður. Best er, at tey liggja á einum borði 1 – 2 metrar frá einum vindeyga í 12 – 14 stigum. Liggja tey í myrkri, fáa tey langar, klænar og hvítar nálir, men fáa tey nakað av ljósið, verða nálirnar stuttar og tjúkkar.
 

Flagvelta eigur at vera sett niður um 25. aprílMoldvelta kann setast niður fleiri vikur seinni.
 

Hav uml. 70 cm millum hvørt rað og 30 cm millum hvørt setepli. Í flagveltuni eigur álin at leggja eplini á at vera um 20 cm breið og fløgini 50 cm breið, 30 cm long og um 6 cm tjúkk.

 

Taðing: Eplatøð skulu ikki hava nógv klor í. T.d. eru N-P-K 14-3-15, ella nitrofoska væl egnaði, uml. 20-25 gram til hvørt epli. Verða ov nógv tøð nýtt, serliga salpetur, verða eplini vatnut og verða svørt í miðjuni. Mælt verður ikki til at nýta kálk, tí tá verður ofta nógv skrubb.
 

Mælt verður til at viðgera eplini við ‘Monceren DS’ pulvur beint áðrenn sett verður niður, fyri at fyribyrgja rótasopp. Blandið 50 gram av pulvuri í ein litur av vatni. Hetta røkkur til uml. 25 kg av seteplum. Sproytið útyvir eplini við einum spraydunki, tá tey eru løgd í veltuna, beint áðrenn moldin ella flagið verður lagt niðuryvir.
 

Ókrút kann týnast við onkrum kemiskum evni (t.d. Fenix), sum verður koyrt á ryggirnar beint áðrenn veltan nælir.
 

Svartaspilla kann koma í veltuna, um tað er lýtt og ráligt í veðrinum. Hon kann fyribyrgjast við at sproyta veltuna við soppadrepandi evni. Sproyta fyrstu ferð, tá bløðkurnar eru einar 20 til 30 cm høgar og so aftur við eini 8 til 12 døgum ímillum og halt áfram til vandin fyri svartaspillu er av. Eplini mugu ikki takast upp fyrr enn 14 dagar eftir, at sproytað er síðstu ferð.     
 

Eplini kunnu takast upp fyrst í september, ella tá slokkarnir eru ordiliga følnaðir, helst í turrum veðri og tá tað ikki er ov kalt. Tá eplini eru tikin upp, verða tey turkaði og løgd myrkt í 1 – 2 vikur í 11 – 14 stigum. (Grøn rá epli eru nakað eitrandi, men eitrið verður spaltað til vandaleys evni, tá tey verða kókaði)
 

Tey skulu goymast í 4 – 5 stigum í ikki ov turrari luft. Tá hitin fer niður um 4 stig ella frost kemur í tey, fáa tey ein søtan smakk, og halda tey sær heldur ikki so leingi tá.

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369