140x140

VASKIFÓLK TIL BÚNAÐARSTOVUNA

Søkt verður eftir vaskifólki til Búnaðarstovuna. Starvið verður at seta skjótast gjørligt.

Arbeiðið fevnir um reingerð av høvuðsbygninginum hjá Búnaðarstovuni. Talan er um skrivstovur, undirvísingarhøli, fundarhøli, wc og køk við meira. Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar, alt eftir hvat virksemi er á stovninum.

Umsøkjarar, sum hava royndir frá líknandi arbeiði, hava fyrimun.

Arbeiðstíðin er 15 – 20 tímar um vikuna.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Arbeiðarafelag.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Búnaðarstovuna á tlf. 479000 ella við at skriva teldupost til bst@bst.fo

Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera Búnaðarstovuni í hendi í síðsta lagi 10. januar 2020.

 

Frammi í Dal 166

410 Kollafjørður

Tlf. 47 90 00

T-postur: bst@bst.fo

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369