140x140

STUÐUL TIL GRØNMETISFRAMLEIÐSLU 2021

Í Løgtingsfíggjarlógini fyri 2021 eru játtaðar 800 túsund krónur til at stuðla verkætlanum og royndum við føroyskari grønmetisframleiðslu.

Stuðul verður veittur til verkætlanir og royndir við føroyskari grønmetisframleiðslu.

Játtanin verður umsitin av Búnaðarstovuni. Fyri at fáa stuðul av játtanini fyri 2021, skal serligt umsóknarblað fyllast út og sendast Búnaðarstovuni. Reglugerðin fyri stuðulsjáttanina kann lesast her, og umsóknarblaðið kann takast niður her.

Freistin at søkja um stuðul er 15. januar 2021.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369