140x140

HVUSSU KUNNU VIT GERA SEYÐASÝNINGARNAR BETRI?

Landsseyðasýningin 2016 er av, og úrslitini vóru kunngjørd á Búnaðarstovuni leygardagin 19. november.

Tað var í 2012 at Búnaðarstovan á fyrsta sinni tók stig til at gera eina roynd at samskipa aliarbeiði í okkara seyðahaldi, og fyrsta stigið var at skipa fyri einari landsumfatandi seyðasýning, har teir bestu veðragjólingarnir og veðrarnir frá teimum lokalu sýningunum luttaka.

Vit hava onga lóg í Føroyum, sum ásetir alimál í seyðahaldinum, uttan Hagalógina, har tað stendur, at røktarin skal velja brundir millum tey bestu veðurlombini, sum eru í haganum, og tað skal vera ein veðragjólingur til 33 ær og ein veðrur til 40 ær.

§ 17. Avlsvæddere skal af Haugerøgterne udvælges blandt de bedste, som findes i Haugen. Der udtages dertil 1 Vædderlam for hver 33 eller 1 ældre Vædder for hver 40 Moderfaar i Haugen.

Tillægges færre, skal Haugerøgterne snarest muligt anmelde det for Sysselmanden, som undersøger, om nogen bærer Ansvar derfor.

Í grannalondunum eru tað bóndafeløgini, sum taka sær av seyðaalingini. Har verða alidýrini virðismett partvís grundað á útsjónd og partvís á úrtøkuskráseting av ættini, og tá hugsa vit vanliga um skrásetingar av móðir, faðir og abbum.

Orsøkin til at Búnaðarstovan fór inn í aliarbeiði við seyði, er at vit eru tilvitað um, at seyðahald altíð hevur verið høvuðsgreinin í okkara landbúnaði og hevur somuleiðis altíð verið ein týðandi partur av okkara søgu og mentan og er tað enn. Men vit ásanna, at seyðaánarar í Føroyum hava ongan felagsskap, sum hevur megi til at lyfta hesa uppgávuna eins og teir gera í grannalondunum, og tí fer Búnaðarstovan eftir førimuni at royna at røkja hesa uppgávu, til ein betri loysn er funnin.

Fyrsta stig: Seyðasýningar

Fyrsta málið, sum Búnaðarstovuni hevur sett sær, er at nýta seyðasýningarnar til at at ala fram lýtaleysan seyð og at varðveita seyðin í tí líki, hann er í í dag. Hóast vit fingu nakað av fremmandum blóði inn í okkara seyð í farnu øld, so er hetta so lítið, at vit við góðari samvitsku kunnu kalla okkara seyð eitt egið seyðaslag, sum ikki er heilt líkt øðrum sløgum.  Fyri at náa málinum seta vit nøkur krøv, sum skulu lúkast, t.d. skal seyðurin halda ávíst minstamark, men skal heldur ikki vera ov stórur, beinini skulu vera líka millum leggirnar og reyst, hornini skulu ikki ganga ov nær og ullin skal verja seyðin væl um veturin.

Næsta stig: Seyðaeftirlit og seyðasýningar

Næsta stig verður at seta á stovn eitt seyðaeftirlit, har skrásetingar verða gjørdar fyri hvørja ær og hvørt lamb av t.d. burðartali, burðarvekt, kyni, liti, faðir at lambi, flett vekt á lambi, ull, kjøtgóðsku, heilsustøðu o.ø. Saman við sjálvari sýningini verða hesar skrásetingar so grundarlag undir dømingini av brundseyði. Á henda hátt ber til at døma ein veðragjóling útfrá úrtøkutølum hjá móðir og faðir, og  eldri veðrar kunnu haraftrat dømast útfrá egnum avkomi. Við hesari skipan fer dømingin frá at byggja á bert útsjónd til at byggja á bæði úrtøku og útsjónd.

Men soleiðis sum seyðahaldið í Føroyum er skipað í dag, verður nógvastaðni trupult at fáa tær neyvu skrásetingar til vega, sum hendan skipanin krevur. Í dag eru bert fáir seyðaeigarar, sum skráseta so neyvt, sum hendan skipan krevur. Skal hetta fáast at bera til, so verður neyðugt at vita nágreiniliga, hvør brundur eigur hvørt lambið. Somuleiðis mugu øll lomb skrásetast nýlembd.

Eitt slíkt seyðaeftirlit má vera landsumfatandi, og upplýsingarnar mugu skipast eftir einum leisti. Tað hevði verið áhugavert fyri okkum á Búnaðarstovuni at hoyra frá teimum seyðaeigarum, sum longu skráseta so neyvt, at tað lýkur treytirnar, sum eru nevndar omanfyri, og vit vildu fegin eisini hoyrt frá øðrum, hvørjar møguleikar teir halda seg hava til at koma inn í eina slíka skipan.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369