140x140

ÚRSLITIÐ AV LANDSSEYÐASÝNINGINI 2015

Fríggjadagin 20. novembur 2015 vóru úrslitini av árligu landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vóru virðislønir latnar til vakrastu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.

Á hvørjum heysti eru seyðasýningar úti um landið, har sýnarar døma seyðin og velja teir vakrastu seyðirnar, sum síðani verða sýnaðir av útvaldum sýnsmonnum frá Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir. Somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum, og aftaná savnast teir á Búnaðarstovuni at avgera, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.


Avgerðin
Úrslitini fyri 2015 blivu almannakunngjørd fríggjakvøldið 20. november 2015 á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har eini 80 áhugaði vóru komin saman. Kvøldið byrjaði við, at Tróndur Leivsson bjóðaði vælkomin, síðan var sum vant felagssangur, Eyðun Eliasen, sýnsmaður, segði eitt sindur um Landsseyðasýningina í ár, Ari Johanneson vísti video av luttakandi seyðunum og Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum hevði eina áhugaverda framløgu um Seyðabókina, sum Sprotin júst hevur givið út. Endað varð við, at vinnandi seyðirnir vóru avdúkaðir, og Høgni Hoydal, landstýrismaður, handaði vinnarunum steyp. 


Úrslitini vóru hesi:

 

Veðragjólingar:
1. Virðisløn Thorvald Lützen, Syðradalshagi, Syðradalur S
2. Virðisløn Absalon Hansen, Toftahagi, Heimistovupartur, Hósvík
3. Virðisløn Dánjal Pauli í Búðini, Norðari Spakiseyður, Velbastaður

 

Veturgamlir veðrar:
1. Virðisløn Absalon Hansen, Toftahagi, Heimistovupartur, Hósvík
2. Virðisløn Thorvald Lützen, Syðradalshagi, Syðradalur S
3. Virðisløn Búnaðarstovan, Heygshagi, Kollafjørður

 

Eldri veðrar:
1. Virðisløn Jaspur Bjartalíð, Fyrri innan Glyvur, Innan Glyvur

2. Virðisløn Thorvald Lützen, Syðradalshagi, Syðradalur S

3. Virðisløn Sjúrður Jógvansson, Skálafjall, Miðjan, Skáli

 

Videoupptøkur av øllum seyðunum og myndir av vinnandi seyðunum og frá tiltakinum, har steypini vórðu handaði, síggjast undir: Royndarstøðin - Seyðasýningar - Landsseyðasýningin 2015

 

Landssýnararnir
Teir, sum sýnaðu til landsseyðasýningina í ár vóru: Eddie Joensen, Kollafjørður, Eyðun Eliasen, Trøllanes, Petur Andreasen, Klaksvík, André Kruse, Eiði og Jacob Vestergaard, Akrar. Ari Johanneson úr Kvívík var skrivari og tók  myndir og videofilmar, og Hans Martin Andreassen úr Kvívík var samskipari.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369