140x140

ULLARÁÐSTEVNA Á HOTEL FØROYUM Í SEPTEMBER

The North Atlantic Native Sheep and Wool Conference er ein altjóða ráðstevna, sum verður hildin árliga í norður atlantiska økinum. Hon hevur verið hildin í Orknoyggjum í 2011, í Noregi í 2012, í Hetlandi í 2013 og í Íslandi í 2014. Í ár verður hon so hildin í Føroyum í døgunum 10. til 14. september á Hotel Føroyum og í 2016 í Suðuroyggjum.

Sjálvt um hetta er ein altjóða ráðstevna, so verður mest hugsað um londini í Norður Atlantshavinum, Ísland, Grønland, Føroyar, Orknoyggjar, Hetland, Suðuroyggjar og Noreg. Seyðurin í hesum londunum er nær skyldur og umstøðurnar, hann livir undir líkjast eisini og harvið eisini ullin.
Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á ullina av hesum seyðaslagi, at savna og útveksla vitan um ullina og úrdráttir úr henni, at virðisøkja ullina, savna hugskot til nýtslu av ullartilfeinginum og at menna vinnuna, sum góðskar ull, frá byrjan til liðugtvøru.
Við at hava ráðstevnuna í ymsu londunum, ber til at varpa ljós á serligu eyðkennini í hvørjum einstøkum landi. Fyrilestrarhaldarar verða úr teimum ymisku londunum, so møguleiki er at hoyra, hvat tey gera aðra staðni. Umframt, at ein framsýning verður, meðan ráðstevnan er, har hvørt landið sær hevur sína serligu framleiðslu við, bæði at sýna fram og at selja.
Heitt varð á føroyska umboði á ráðstevnuni í Íslandi síðsta ár um at skipa fyri ráðstevnuni her í ár. Vit mettu hetta vera gott høvi at varpa ljós á møguleikar við ull, so føroyskir bøndur og tey, ið tilvirka ull í Føroyum, kunnu fáa íblástur til nýtslu av ullini. Somuleiðis er góður møguleiki hjá útlendsku luttakarunum at kunna seg um Føroyar, føroyskt seyðahald og føroyska ullaframleiðslu. Frágreiðing frá ráðstevnuni 2014 kann lesast her.
Ein fyribilsskrá til ráðstevnuna sæst her.

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369