140x140

Royndir á Búnaðarstovuni at ala seg burtur úr ridluskriða

Heilsufrøðiliga Starvsstovan er farin undir at gera ílegukanningar av seyði við tí fyri eyga at basa ridluskriða. Ílegurnar verða eyðmerktar við ymiskum kotum og bólkaðar í tríggjar høvuðsbólkar, har serligur dentur verður lagdur á bólk nevndur 136. Seyður, sum hevur frábrigdi AA í hesum bólki, er mótstøðuførur móti ridluskriða. Við at trýsta her sæst yvirlit yvir ymisku kodurnar fyri ílegubólkarnar.
Hetta merkir, at nú ber til at ala seg burtur úr ridluskriða við at ílegukanna alidýrini.
Búnaðarstovan er farin undir hetta arbeiði, og í vár tóku vit blóðroyndir av 33 veðragjólingum úr seks ymiskum hagapørtum á Streymoynni og sendu tær til Heilsufrøðiligu starvsstovu til greiningar. 23 av veðragjólingunum høvdu AA og eru tískil vælegnaðir sum brundar. Fýra av teimum seks hagapørtunum høvdu bara AA í kanningini. Her er yvirlit yvir ílegusamansetingina hjá hesum veðragjólingum.
Í várgongu tóku vit blóðroyndir av 48 veðurlombum úr øllum fýra fylgjunum í haganum á Búnaðarstovuni, og greiningarnar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu vístu, at 17 av lombunum hava AA, t.v.s. 35% av teimum kannaðu lombunum.
Vert er at hava í huga, at hóast ílegurnar eru í lagi við atliti til ridluskriða, so er ikki vist, at lambið er egnað at gera upp til veðragjóling. Veðragjólingar skulu eisini lúka onnur krøv so sum til bein, horn, ull, v.m.
Búnaðarstovan mælir til, at blóðroyndir verða tiknar av veðurlombum í áseyðaroyting, t.v.s. í juli, og at blóðroyndirnar verða greinaðar so skjótt, at úrslitið fyriliggur áðrenn skurðfjall, t.v.s. sept-okt fyri at úrslitið skal kunna brúkast í alingini. Ella sagt á annan hátt, áðrenn tey flestu veðurlombini eru flett.
Slíkar kanningar eru kostnaðarmiklar, og tað er ov møtimikið hjá seyðaeigarum at fíggja kanningarnar, so skal arbeiðið at basa ridluskriða eydnast, mugu pengar játtast til endamálið á hvørjum ári, til málið er nátt.
Búnaðarstovan heitir eisini á seyðaeigarar, sum eiga AA veðrar, um ikki at drepa teir, men heldur bjóða teir fram til aðrar at keypa.

 

« Aftur

Búnaðarstovan · Frammi í Dal 166 · FO-410 Kollafjørður · Føroyar · Tel. (+298) 479 000 · Fax (+298) 479 020 · bst@bst.fo
EAN nr.: 5797100000522 · V-tal: 403369